Í dag, hvítusunnudag, er The Global Day of Prayer, ella Altjóða bønardagur.
Hendan dagin savnast milliónir av kristnum um allan heim til bøn.
Trúgvandi frá ymiskum kirkjum og samkomum savnast í kirkjum, ítróttarvøllum, heimum, almennum støðum, og aðrastaðni, at biðja um grøðing og signing yvir lond og fólk.
Bønarátakið byrjaði í Suðurafrika í ár 2000, og síðan er tað vaksið og verður nú hildið um allan heim.
- Átakið sameinir kristin tvørtur um kirkjumørk og er við til at skapa størri einleika millum kristin í øllum heiminum, sigur
Rúni Rasmussen í Kelduni í Skálafirði.
- Høvusskriftbrotið í átakinum í ár, er 2. Krønikubók, kap. 7, vers 14:
- Um tá fólk Mítt, sum er uppkallað eftir navni Mínum, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón Mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og grøða land teirra.
Eisini í Føroyum eru fleiri við í bønarátakinum. Eitt nú verður altjóða bønardagurin partur av møtinum, sum í dag verður í Kelduni í Skálafirði klokkan 17.