Føroyingar við í 15 verkætlanum

Norðurlendska Atlantssamstarvið hevur játtað stuðul til fleiri verkætlanir í Norðuratlantshavi

Samstarv

Felagsskapurin, NORA, sum er ein felagsskapur fyri norðurlendskt atlantssamstarv, hevur á fundi í Nuuk, játtað at lata stuðul til fleiri vinnuligar verkætlanir, har tey norðurlond, sum hava mark til Atlantshavið, samstarva.
Talan er um Norður- og VesturNoreg, Føroyar, Ísland og Grønland,
À fundinum viðgjørdi NORA, vórðu yvir 40 umsóknir um stuðul viðgjørdar og tilsamans hevur felagsskapurin játtað stuðul til 20 verkætlanir har samstarv er ímillum hesi fýralondini. Tilsamamans vórðu 3.720.000 krónur veittar í stuðuli.
Føroyingar eru við í 11 av hesum verkætlanum, men hava so ein leiklut í fýra verkætlanum afturat
Talan er, m.a. um at gera úrdráttir úr tara, um ráðstevnu um toskaaling, um tøkni í alivinnuni, um ferðavinnu, vistfrøðiliga aling botøkni, um vatnorku og so er eisini ætlanin at kanna møguleikarnar fyri fastari ferðafólkasigling ímillum Útnorður og Norðuramerika
Annars er grønlendingurin, Kenneth Høegh valdur til formann komandi árið.