Føroyingar verða SPOT'aðir í Århus

Um vikuskiftið verður SPOT festivalurin hildin í Århus, og tríggir føroyskir sangarar skulu hava konsertir á festivalinum

Um vikuskiftið verður tann 11. SPOT festivalurin hildin í Århus. Hetta er eitt tónleikatiltak, sum serliga leggur seg eftir at bjóða tónleik og tónleikarar, sum eru á veg fram.
Teitur Lassen hevur til dømis verið við á fleiri SPOT-tiltøkum, og hetta tiltak hevur havt stóran týdning fyri yrkisleiðina hjá honum.
Nú er Teitur við aftur til SPOT 11, og tað verður hann saman við norðurlendskum samstarvsfeløgum.
Teitur Lassen, danska duoin Hush og norsku solistarnir Ane Brun og Christer Knutsen hava spælt saman á fleiri konsertum saman við Real Ones sum bólki, og tað verður í hesum samanhangi, at Teitur fer at spæla á SPOT 11.
Tað eru DR, NRK og ROSA, sum hava tikið stig til samstarvið millum tónleikararnar, og endamálið er at vísa nøkur av teimum norðurlendsku talentunum fram.
Konsertin við teimum verður leygarkvøldið í Kunstbygningen, og framførslan gongur undir navninum «Sangskriving í reyðum, hvítum og bláum«.

Tvær havfrýr við
Eivør Pálsdóttir skal hava konsert á SPOT 11. Hon fer at syngja í ARoS leygarkvøldið kl. 20.30, og umframt hesa framførslu var hon eisini við til fyrstu konsertina á SPOT 11, tá ið hon sang saman við Midtvest Ensamble og øðrum donskum solistum.
Lena Anderssen verður eisini við til SPOT 11, og tað er fyrstu ferð, at hon luttekur til hetta tiltakið. Lena hevur seinnu tíðina lagt seg meira eftir at koma fram í Norðurlondum, og konsertin við teimum trimum havfrúnum og í Keypmannahavn farna vikuskiftið var ein liður í hesum. Nú sleppur Lena at royna seg í Århus, og tað fer hon at gera á eini konsert á Train fríggjakvøldið kl. 18.30.
So tey, sum sum búgva í Århus ella í nánd av býnum, kunnu hoyra nógvan góðan føroyskan tónleik um vikuskiftið.
Meira kann lesast um tiltakið á www.spot11.dk