Føroyingar velja ríkisfelagsskapin

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, er sjálvsagt fegin um veljarakanningina, sum Sosialurin kunngerð í blaðnum í dag.

Kanningin hevur Sambandsflokkinum søguliga stóra undirtøku. Sambandsflokkurin hevur ongantíð verið so stórur síðan heimastýrislógin kom í gildi í 1948.

Framgongdin hjá Sambandsflokkinum er 10,1 prosent samanborið við seinasta val. Flokkurin fær 31,1 prosent í veljarakanningini.

Løgmaður er varin at gera niðurstøður, men hann ivast ikki í, at veljarin veit, hvussu góður ríkisfelagsskapurin er fyri Føroyar.

- Hetta er bara ein veljarakanning. Tá val verður aftur í 2012, fara fleiri veljarar óivað aftur til sín flokk. Kanningin er hugalig fyri okkum, sum í hesum buldrasligu tíðum sita við leiðsluni, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.