NAFF
Fyrstu gestirnir á básinum hjá Sosialinum, eftir at North Atlantic Fish Fair var sett seinasta hósdag, vóru trý umboð fyri havnina í Hanstholm.
Mogens From, sum er ein eldri maður í dag, hevur afturvendandi vitjað í síðan 1976 og Arnhold Johansen, sum er føroyingur og giftur føroyskari konu, hevur starvast sum loðslur í Hanstholm Havn seinastu níggju árini.
Triði maðurin í ferðalagnum úr Hanstholm var Freddy Nielsen, sum er stjóri í Hanstholm Samlecentral, ið hevur fiskamarknað í Hanstholm.
Góð viðurskifti
Mogens var óføra blíður og prátingarsamur og vildi ógvuliga fegin, at vit lótu fólk vita, at umboð fyri Hanstholm havn hava vitjað í Føroyum.
Á North Atlantic Fish Fair hesaferð hevði eingin donsk havn serstakan – ei heldur felags – bás, men Mogens, Arnhold og Freddy søgdu seg vera komnar upp higar at umboða havnina.
- Vit eru komnir at røkja okkara viðskiftafólki og tosa við gamlar kenningar og hitta nýggj fólk.
Mogens er fyrrverandi vinnulívsmaður og var árini 1974-1989 stjóri í frystihúsinum Nyfrost Hirtshals, sum hevði nógv samband við føroyskar fiskaútflytarar.
- Tá eg byrjaði á Nyfrost Hirtshals, var frystihúsið 2000 fermetrar stórt, men í míni tíð framdu vit tilsamans tríggjar útbyggingar, soleiðis at samlaða gólvvíddin endaði uppi á 10.000 fermetrum.
Tá stórur partur av føroyska fiskaútflutninginum gekk um stóra frystihúsið í Hirtshals, kom Mogens eisini at hava nógv samband við føroyingar.
- Eg hevði nógv samstarv við Robert Poulsen, sála, sum tá var tekniskur stjóri á Føroya Fiskasølu.
Gjørdist ovfarin
Mogens sigur, at áðrenn hann fyrstu ferð kom til Føroya í 1976, hevði hann skilt í Danmark, at Føroyar vóru aftarliga á vinnuliga økinum.
- Men eg má siga, at eg gjørdist rættiliga ovfarin eftir mina fyrstu vitjan, tá eg við mínum egnu eygum sá, at føroyingar vóru langt frammanfyri danir, bæði í framleiðslutøkni og marknaðarføring innan fisk og fiskavørur.
Inni á básinum hjá Sosialinum hendan morgunin, segði Mogens, at føroyingar vóru 100 ár frammanfyri danir á hesum øki, og hann legði aftrat, at hetta var hansara “skønneste oplevelse i min karriere…”
- Eg havi altíð verið væl móttikin í Føroyum, og vit hava gjørt alt fyri, at føroyingar skulu kenna seg væl í Hanstholm. Vit eru ógvuliga glaðir fyri føroyingar, og vit hava varhugan av, at føroyingar eisini kenna seg væl í Hanstholm.
Hann sigur seg fegnast um tað samstarv, sum er millum Hanstholm Havn og Smyril Line eins og farmafelagið Blue Water.
- Vit hava útbygt og dýpt havnina í Hanstholm fyri einar 130 miljónir krónur, og hetta er ein liður í at betra enn meira um umstøðurnar og tænastuna, sigur hann.
Mogens From, sum í dag býr í Hjørring og er í starvi sum verktætlanar-og marknaðarfólk hjá Hanstholm havn, hevur tikist við eitt sindur av hvørjum, og hann hevur eisini verið í sjálvstøðugari vinnu.
Árini 2002-2005 var hann í starvi hjá Hirtshals havn.
Loðslur í Danmark
Føroyingurin, Arnold Johansen, sum vit nevndu í byrjanini av greinini, tók skipsføraraprógv í 1982, og í eini 16 ár hevur hann siglt úti.
Seinastu níggju árini hevur hann verið havnaliðslur í Hanstholm havn.