Føroyingar vælkomnir og høgt raðfestir

Neyvan nakrantíð fyrr hava verið so mong boð eftir føroyingum til arbeiði og útbúgvingasrstovnar í útlandinum sum nú. Javnan eru lýsingar í fjølmiðlunum og umboð fyri fyritøkur og skúlar leggja leiðina henda vegin at gera reklamu fyri sær og sínum.

Um somu tíð er standa nógvir sessir á útbúgvingarstovnum og arbeiðspláss tóm kring landið, tí ov fá søkja ella vísa áhuga. Í gjár gjørdi ein av útlendsku stovnunum, ”Det Blå Danmark” innrás við fleiri fakfólkum og kunningartilfari um møguleikarnar hjá serstakliga ungum føroyingum at kjósa sær eina framtíð á donskum sjóvinnuútbúgvingarstovnum og sjóvinnuarbeiðsplássum.

Endamálið við herferðini, sum byrjaði í Miðlahúsinum í Havn og heldur fram komandi dagarnar kring landið, er at vísa føroyingum, sum vilja fáa sær eina sjóvinnuútbúgving og arbeiði í hesi vinnu, hvørjar møguleikar danska sjóvinnan hevur at bjóða. Og tað er ikki so lítið. Talan er um fleiri útbúgvingar innan shipping, maskinameistarafakið, skipsoffiseerøkið, skipsverkfrøði, offshore osfr.

Danskur sjóvinnuflutningur fremst
Stovnurin Det Blå Danmark er ein paraplyfelagsskapur fyri alt tað danska sjóvinnuøkið tað veri seg útbúgvingar og arbeiðspláss. Hesi arbeiðspláss fevna um meira enn 100.000 fólk. Danska sjóvinnan, sum er í stórari framgongd og menning, hevur brúk fyri nógvum nýggjum fólkum komandi árini, skal hon megna eftirspurningin á tí globala marknaðinum. Í dag telist danskur sjóvinnuflutningur millum teir fremstu í heiminum, og henda vinnan telist samtíðis millum tær fremstu í Danmark. Umframt vaksandi tørvin, sum stendst av útbygging av hesi vinnu, so er trot á ungum kvalifiseraðum fólki til ymsu tættirnar innan sjóvinnuna. Sum menningin hevur verið við altjóðagerðini hevur danska sjóvinnan starsvsfólk úr øllum heiminum. Men nú verður so gjørt eitt serstakt átak fyri at fáa ungar danir og føroyingar at vísa áhuga fyri hesi spennandi vinnu. Mett verður at donsk sjóvinnan kann menna seg skjótari og betri við eitt nú kvalifiseraðum føroyingum.

Tí verður í hesum døgum vitjað á skúlum kring landið at greiða frá møguleikunum tey ungu hava fyri at fáa eina útbúgving og eisini eitt arbeiði aftaná. Her er bæði talan um fólk, sum longu hava eina ella aðra miðnámsútbúgving men eisini ungdómar við 10. flokki og við nakað av arbeiðsroyndum, hava góðar møguleikar fyri eini mennandi framtíð innan donsku sjóvinnuna. Sum dømi kann nevnast spennandi offshoreøkið, har tú ikki nýtist hægri útbúgving fyri at fáa lønandi arbeiði.

-Vit síggja heldur enn fegnir, at ungir føroyingar koma til útbúgvingarstovnar okkara kring Danmark og eftir lokna útbúgving fáa starv eisini segði Michael Elwert, leiðari av herferðini hjá Det Blå Danmark. Sjálvur veit hann, hvat hann tosar um, tí hann hevur verið virkin í sjóvinnuni alt sítt lív. –Vit hava havt sera tøtt bond til Føroyar og føroyingar, og vit eru ernir, tá føroyingar vísa okkara útbúgvingum og arbeiðsplássum ans. Tað er serstakt tilfar í føroyingum, sum verður hámett í donsku sjóvinnuni sigur hann. Hann vísir eisini á, at grundarlagið, sum føroyingar skapa sær innan danska sjóvinnu, kann so koma teimum til góða aftur, tá teir vilja sleppa heim at arbeiða, antin á sjógvi ella á landi, eitt nú í eini komandi føroyskari frálanda- og oljuvinnu.

10% av BTÙ
Donsk sjóvinna telur í dag 10% av bruttotjóðarúrtøkuni. Tað stendur fyri umleið 200 milliardum kr. av útflutnningsvirðinum, meðan eitt nú landbúnaðurin ”bert” stendur fyri 50 milliardum. Hvat útbúgvingini viðvíkur hevur gongdin verið tann, at man vildi útbúgva stýrimenn og maskinmeistarar til at gera uppgávur bæði á brúnni og í maskinrúminum. Nú er so farið aftur til gomlu skipanina, har tú kanst útbúgva teg burtur av til brúnna ella maskinrúmið. Sambært Det Blå Danmark fólkunum, so eru lønirnar góðar í donsku sjóvinnuni. T.d. hevur ein kapteinur einar 34.000 kr. í nettoløn. Byrjar tú sum 2. stýrimaður hevur tú einar 21.000 kr. í nettoløn eftir 12 mánaðar arbeiði. Haraftrat kemur 4000 kr. í pensión. Tað verður bygt eitt nýtt skip um vikuna so tørvurin á fólki er stórur. Ikki minst í frálandavinnuni er stórur aktuttur tørvur, bara í løtuni manglar Mærsk Contractors 600 fólk. Tað er part av hesum tørvi fólkini frá Det Blå Danmark vilja royna at nøkta við føroyingum.

Skráin fyri kunnningartiltøkini komandi dagarnar er henda: týskvøld kl. 20 Miðnámsskúlin í Vági, mikudag kl. 14 Tekniski Skúli í Klaksvík, kl. 20 Studentaskúlin á Kambsdali, hósdagin klokkan 8 Fiskivinnuskúlin í Vestmanna og kl. 14.30 Vinnuháskúlin í Havn.