Føroyingar væl umtóktir sum ferðaleiðarar

Mánakvøldið 4. februar var ferðaleiðarakvøld í Miðlahúsinum í Vágsbotni.

Tað var føroyska ferðaskrivstovan " Tora Tourist Traffic" og ferðaleiðaraskúlin "Service & Co" í Barcelona sum skipaðu fyri tiltakinum.

Súsanna Gunnarsson frá ferðaleiðaraskúlanum "Service & Co" greiddi frá um skúlan í Barcelona, sum fleiri føroyskir næmingar hava gingið á. Eisini greiddu fleiri fyrrverandi næmingar frá um tað at vera føroyskur næmingur á skúlanum.

Ferðaleiðaraskúlin "Service og Co" upplærir ferðaleiðarnar til tey størstu og mest væl umtóktu ferðaliðini í øllum Skandanavia. Súsanna sigur, at føroyingar hava góð kort á hondum, og teir eru væl umtóktir sum ferðaleiðarar, teir duga væl tey skandanavisku málini og kunnu tosa við øll og skilja danskt, norskt og svenskt, og tað er ein fyrimunur hjá teimum stóru ferðaliðunum.

Súsanna vitjar í hesum døgum á ymiskum skúlum kring landið og kunnar um hvørjir møguleikar føroyingar hava sum ferðaleiðarar. Í sínum starvi hjá ferðaleiðaraskúlanum í Barcelona, hevur Súsanna síðan juli 2007 arbeitt á skrivstovuni hjá Service & Co. í Århus. Áhugaðir føroyingar kunnu tí venda sær til skrivstovuna og fáa upplýsingar á føroyskum á tel. +45 70211222.

Upplýsingar eru eisini at finna á heimasíðuni: www.guide.fo. Eisini ber til at senda spurningar til: info@service-co.dk, har svar fæst innan 48 tímar.