Í hesi vikuni hevur heimsins størsta fiskavørustevna verið í belgiska høvuðsstaðnum, Brússel og har eru eisini føroyingar væl umboðaðir. Tilsamans eru 20 føroyskar fyritøkur umboðaðar á á European Seafood Exposition, ESE, sum stevnan eitur og sum er í høll fimm í risastóru Expo Brussels.
Føroyar eru eitt av fáu londunum ið hava verið við á ESE síðani hon fyrstu ferð varð hildin í 1995, sigur Lív Lamhauge í Uttanríkisráðnum.
Føroyingar hava ein felags landsbás og tað er Uttanríkisráðið, sum samskipar føroyska landsbásin, ið verður væl vitjaður hesar dagarnar.
ESE er heimsins størsta fiskavørustevna, og fyritøkur úr øllum heiminum leggja stóran dent á at vera umboðar í Brússel hesar dagarnar.
- Stórur áhugi er fyri føroyskum vørum og stevnan er gott høvi hjá fyritøkunum at hava fundir við viðskiftafólk, umframt at fáa samband við nýggj viðskiftafólk, sigur Lív Lamhauge.
Myndin er tikin týsdagin, tá ið danski matvørumálaráðharrin, Henrik Høegh, hm, vitjaði á føroyska básinum saman við Gunnari Holm-Jacobsen, sendimanni Føroya í ES. Her er hann í samrøðu við Regin Jacobsen á Bakkafrost.
Stevnan endar í dag.