Føroyingar væl umboðaðir í Bella

Føroyingar hava verið væl umboðaðir á stóru bilaframsýningini Biler i Bella, sum endar í kvøld.

Bilaframsýningin Biler i Bella, ið er tann størsta av sínum slagi, sum hevur verið í Danmark nakrantíð, hevur verið væl vitjað av føroyingum hesar dagarnar.

Bæði umboð fyri føroysku bilasølurnar og onnur áhugað hava vitjað framsýningina, sum er sera fjølbroytt hesaferð við t.d. el- og hybridbilum, ellisakførum, motorsúkklum og skutarum, umframt hópin av øðrum framsýnarum, sum bjóða seg fram til so at siga alt innan bilar.

Ein av føroyingunum sum vitjaðu framsýningina, Birgir Dam Jacobsen frá bilasøluni Norðbil, sigur, at hann á framsýningini hevur sæð fleiri nýggjheitir av bilmerkjunum sum teir selja. Eisini onkran bil sum kemur á marknaðin í 2012. Bilar í Bella lat aftur í kvøld kl. 18.