Tað er ikki bara í Føroyum, at val er í dag. Forsetaval er í USA og allur heimurin bíðar við spenningi eftir úrslitinum.
Fleiri føroyingar búgva í USA, og hava vit sett nøkrum teirra nakrar spurningar um hvussu tey uppliva valstríðið.
Navn: Guðrið Schoggen
Hvar í USA býrt tú: Birmingham, Alabama
Hvussu hevur valstríðið verið har tú ert? Verður nógv gjørt burturúr?
Eg hevði væntað at meir bleiv gjørt burturúr, serliga av tí at so nógv ymiskt verður sagt um bæði Trump og Hillary. Tíðindini hava nógv at siga, summi fólk reklamera við skeltum í gardinum ella einum klistrimerkið á bilinum, men annars verdur ikki nógv meira gjørt burturúr.
Hettar er tað næsta valstríðið eg havi upplivað, men valstríðið í ár hevur verið annarleiðis. Nokk er tað tí, at tað er so nógv kjak um bæði valevnini. Flest allir amerikanarar eg havi tosað við vita akkurát hvønn tey fara at velja ella gleða seg til valið er yvirstaðið - men tey ganga sera nógv uppí, at øll fara á val.
Hvussu upplivir tú munin millum eitt amerikanskt og føroyskt valstríð?
Valstríðið í ár hevur so heilt vist verið eitt, sum fólk fara at minnast av tí, at tað hevur verið so annarleiðis, og hevur tveir kandidatar, sum tað er sera nógv negativt kjak um. Ein mun sum eg havi lagt val til merkis er, at her hanga ikki plakatir runt allan býin av valevnunum. Eg havi ikki sæð eina mynd hanga nakrastaðni av Trump ella Hillary, so man sær ikki líka nógv til tað, sum man ger í Føroyum.
Kunnu føroyingar og amerikanarar læra nakað av hvørjum øðrum?
Føroyingar eru meira vinarligir við hvønn annan enn amerikanarar eru, um teir hava øðrvísi meiningar. Til hetta valstríði hava amerikanarar ein hugburð, har tað bara er ein røtt atkvøða - og um tann skeivi kandidaturin vinnur, so endar tað galið.
Hvør metir tú vinnur valið?
Hillary Clinton