Tað er ikki bara í Føroyum, at val er í dag. Forsetaval er í USA og allur heimurin bíðar við spenningi eftir úrslitinum.
Fleiri føroyingar búgva í USA, og hava vit sett nøkrum teirra nakrar spurningar um hvussu tey uppliva valstríðið.
Navn: Kristina Arge Simonsen
Hvar í USA býrt tú: Siloam Springs, Arkansas – betri kent sum staturin hjá Bill Clinton og Walmart.
Hvussu hevur valstríðið verið har tú ert?
- Her á universitetinum eg gangi á, og starvast dagliga, ræðast fólk úrslitið. Arkansas er ein republikanskur statur, og tí eru tað tey flestu rundan um okkum, ið tala fyri og velja Trump. Sum heild er tað skattapolitikkurin fólk tosa um. Sjálvt um tey hvørki dáma Trump ella Clinton, so er tað skattapolitikkurin hjá Trump, sum tiltalar tey, og tí dregur hann atkvøðurnar.
- Eisini er nógv tosa um, at Mike Pence hevði verið góður at fingið inn saman við Trump. Pence er kendur at vera ein kristin konservativur republikanari, og er hann tí sera væl dámdur í Arkansas og øðrum statum, sum liggja í bíbliubeltinum.
Verður nógv gjørt burturúr?
- Nei, ikki stórt annað enn tað tíðindini boða frá. Av tí man veit, at staturin velur tann republikanska flokkin, so verður lítið gjørt við at vinna veljarar. Trump var á vitjan í vár her í útnyrðing Arkansas, har hann eigur størsta veljaraskaran, og Clinton var á vitjan í høvuðsstaðnum í Arkansas, har hon eigur ein lítlan veljaraskara. Tað hava verið sera lítið av sjónvarps og útvarps lýsingum frá valevnunum, men tað er aftur tí, at man heldur seg vita, at Arkansas velur tann republikanska flokkin.
Hvussu upplivir tú munin millum eitt amerikanskt og føroyskt valstríð?
- Stríðið her er nógv skitnari og persónligari enn í Føroyum. Sjálvur politikkurin fær ikki serliga nógv pláss her eins og tað ger í Føroyum.
Kunnu føroyingar og amerikanarar læra nakað av hvørjum øðrum?
- Eg haldi so heilt vist, at amerikanarar kunnu læra av hvussu vit føra valstríð. Færri persónlig álop og meira politikkur. Eitt, sum hevur og framvegis riggar heilt væl hjá amerikanarum, er at útvega klistrimerkir til øll tey, ið hava valt. Tað er nærum eitt hobby at fara á val fyri síðan at vísa sítt klistrimerki fram á sosialum miðlum. Tað er við til at eggja fólk at fara á val.
Hvør metir tú vinnur í morgin?
Tað dugi eg ikki at siga. Nýggjastu veljara kanningar vísa á Clinton. Men spennandi verður tað í hvørfall.