Tað er ikki bara í Føroyum, at val er í dag. Forsetaval er í USA og allur heimurin bíðar við spenningi eftir úrslitinum.
Fleiri føroyingar búgva í USA, og hava vit sett nøkrum teirra nakrar spurningar um hvussu tey uppliva valstríðið.
Navn: Lív Mortensen.
Bústaður: Orlando, Florida
Hvussu hevur valstríðið verið har tú ert?
- Her er nokkso nógv rok, tí Florida er ein av svingstatunum og bæði valevnini kempa fyri at fáa fleiri stemmur her. Sunnudagin var Obama í Orlando fyri at yvirtala fólk at stemma uppá Clinton og annars hava bæði valevnini verið her ofta í seinastuni. Í sjónvarpinum eru nokk 70% av øllum lýsingunum á netverks kanalunum um forseta valið.
Verður nógv gjørt burturúr?
- Ja, her verður nógv gjørt burturúr. Nógv fólk vísa hvørjum tey stuðla við skeltum í havanum og summi ganga runt í miðbýnum og veittra við skeltum og rópa. Serliga nógv verður gjørt burturúr beint uttanfyri ymisku valstøðini.
Hvussu upplivir tú munin millum eitt amerikanskt og føroyskt valstríð?
- Satt at siga dámar mær betri tey føroysku valstríðini, tí har seta valevnini ljós á hvat tey ætla at gera fyri fólkið, ímeðan tey her fokusera meira á at gera lýsingar, sum seta hin í eitt ringt ljós, sum so eisini ger at alt er øgiliga óvist um hvat nýggi forsetin ætlar sær.
Kunnu føroyingar og amerikanarar læra nakað av hvørjum øðrum?
- Í summum førum haldi eg, at føroyingar kunnu læra nógv av amerikanarum, men akkurát í hesum haldi eg at tann amerikanska skipanin kundi lært meira av føroyingum.
- Fyrsta stigið er at hava fleiri valevni, tí sum nú er, velja fólk ímillum tvey valevni, sum tey ikki ynskja sær, hóast her eru fýra flokkar, men tveir hava lítið og einki at siga.
- Hetta er tí, at skipanin er soleiðis at tey skulu velja fleiri ferðir og velja fólk frá, sum tíðin gongur og hetta verður gjørt áðrenn tey vita nóg nógv um valevnini og áðrenn tey leggja nakað í hvør vinnur. Í staðin fyri sum vit í Føroyum kunni velja ímillum fleiri fólk í hvørjum flokki í einum valið, sum eftir mínari meining er ein meira demokratisk skipan.
Hvør metir tú vinnur í morgin?
- Tað er ringt at meta um hvør vinnur, serliga nú eftir at teldupostarnir hjá Clinton eru frammi aftur. Hóast tey siga, at einki er at finna, kann tað vera at hetta er ov seint, tí nógv fólk hava longu atkvøtt. Fólk broyta meining í helium og smáting kunnu broyta nógv her.
- Eg vóni at Clinton vinnur, tí at hon hevur meira royndir í økinum og veit hvat hon ætlar. Trump er eitt fínt dømi um hvat pengar kunnu gera, men eg meti hann ikki føran fyri at vera forseti. Tað verður í øllum førum spennandi at síggja.