Føroyingar undir amerikanskum luppi

Svartabók: Amerikanskt skjalatilfar inniheldur so persónliga nærgangandi og niðrandi upplýsingar um føroyingar, at nevndin, ið hevur skrivað ?Føroyar í kalda krígnum?, troystar sær ikki at kunngera tað

Niclas Johannesen


Beinleiðis persónlig viðurskifti hjá føroyskum politikarum og øðrum týðandi monnum eru komin undan kavi í kjalarvørrinum á avgerðini ?i 1996 hjá Føroya Løgtingi, at seta nevnd at fáa innlit í amerikansk og donsk skjøl viðvíkjandi Føroyum undir kalda krígnum.

Tað ?ber til at skriva eina hampiliga Føroyasøgu frá seinra heimskríggi og frameftir við nevnda tilfari sum grundarlagi?, staðfestir Jákup Thorsteinsson í sínum samandrátti.

Hinvegin verður bert lítil partur kunngjørdur í svørtubók. Nevndin metir, at nógv av skjalatilfarinum hevur ?so persónliga nærgangandi og niðrandi upplýsingar?, at nevndin vil ikki almannakunngera henda part.

?Um politisku myndugleikarnir vilja hava hetta lagt alment fram, verður mælt til, at løgfrøðingur metir, um hetta kann verða gjørt, uttan at samstundis brot verður gjørt á føroyska og danska lóggávu um skjalasøvn, málsinnlit og reglurnar fyri at nýta og almannakunngera skjøl í almennari varðveitslu?, verður sagt í svørtubók.

Í hernaðarligu kabalini hjá USA og NATO vísti tað seg, at Føroyar høvdu alstóran strategiskan týdning. ?So skilligt er, at tað í teirra eygum hevur verið neyðugt at kanna landið og fólkið?. Leverandørar til State Department í Washington vóru eitt nú ríkisumboðsmaðurin í Føroyum og so ein dulnevndur ?the reporting officer?.

Hesin seinni hevur skrivað drúgvar frágreiðingar um ymsu persónarnar, ið myndaðu politisku pólarnar í Føroyum í fimtiárunum.


Óttaðust Tjóðveldisflokkin

Størsta óttan hevði USA fyri formanni Tjóðveldisfloksins Erlendi Paturrssyni. ?The reporting officer? var á ferð í Kirkjubø við føroyska tjóðskaparmanninum, ið eisini var formaður í Fiskimannafelagnum og blaðstjóri á 14. September um hetta mundið. Tvær aðrir mætir tjóðveldismenn ? Jákup í Jákupsstovu og Hanus við Høgadalsá ? vóru eisini við á hesi útferð, sum amerikanski sneytarin fekk í lag.

?Why do they call you a communist?? skal ?the reporting officer? hava spurt Erlend Patursson, ið flenti eitt sindur og segði: ?Av somu orøsk sum tey kallaðu meg nazist aftaná kríggið, og av somu orsøk sum McCarthy var vanur at kalla fólk kommunistar. Tey kalla teg altíð kommunist, tá tey ikki eru samd við teg, ella tá teimum ikki dámar teg.?

Staðfestingin hjá amerikanska embætismanninum var, at Erlendur mundið ikki vera so vandafullur kortini ? ikki so fanatiskur og dogmatiskur, sum ?the reportin officer? frammanundan hevði roknað við. Erlendur Patursson var um hetta mundið mettur at vera tann størsti mótstøðumaðurin av donskum valdi í Føroyum ? og av NATO

Hinvegin var ein annar tjóðveldismaður, Jákup í Jákupsstovu, táverandi skrivari hjá Fiskimannafelagnum mettur at vera tann mest víðgongdi av amerikanska sneytaranum, meðan Hanus við Høgadalsá sambært ?the reporting officer? legði dent á anti-militaristisku sjónarmið føroyinga. Amerikumaðurin kannaði seg eisini fram til, at Hanus var væl umtóktur maður í Føroyum, skilagóður og sinniligur.


Framúrskærandi Djurhuus

Tað vóru kortini ikki bara møguliga fíggindasinnaðir tjóðveldismenn, sum fingu pláss í amerikansku skjalagoymslunum.

Eisini løgmaðurin meginpartin av fimtiárunum Kristian Djurhuus varð kannaður.

Hann varð sagdur at vera ein framúrskarandi maður í teirri kanska mest víðagitnu ættini í Føroyum. Sambandsmaðurin varð mettur at vera mest týðandi persónurin í Føroyum um hetta mundið. Vinarligur og virðiligur varð metingin hjá ?the reporting officer?, sum í fleiri umførum hitti táverandi løgmann. Kristian Djurhuus var tann maðurin, ið Føroyum, sum bæði danskarar og amerikumenn høvdu mest álit á.

Johan Djurhuus, sonur løgmann og eisini limur í Sambandsflokkinum, var um hetta mundið ovasti embætismaður í Føroyum.

?The reporting officer? fekk eisini fatur á honum, og prátaði við føroyska embætismannin. Eitt nú spurdi amerikumaðurin Johan, um tað mundið vera nakað um prátið, at 14. September fekk kommunistiska fígging úr Íslandi. Hesum trúði Johan onki upp á. Embætismaðurin helt eisini, at hóast Erlendur var hugsjónarmaðurin i Tjóðveldisflokkinum, so var tað Jákup í Jákupsstovu, sum ?ansast skuldi eftir?. Hann hevði meira ?drive? og var vissuliga meira radikalur og fanatiskur enn hinir leiðararnir í Tjóðveldisflokkinum.


Misbrúk álit

Svartabók staðfestir, at hesin amerikanski embætismaðurin, sum vitjaði í Føroyum í fimtiárunum, hevur misbrúkt álitið hjá góðvarnum føroyingum. ?Tað er hugsandi, at tað, sum føroyingar bert hava skilt sum vanligt prát við fremmandamannin er vorðið til heisar óivað politiskt týðandi persónslýsingar.?

Bert lítil partur av hesum upplýsingum eru tiknar við í svørtubók. Tað vóru heldur ikki bert politikarar og embætismenn, ið sneytað varð eftir.

?Nærum hvør tann einasti persónur, ið varð hildin at hava nakað upp á seg í føroyskum politikki og samfelagsviðurskiftum, varð lýstur og skrásettur í am-erikanska arkivinum?, sigur Jákup Thorsteinsson, ið hevur kannað skjølini.