Føroyingar áttu besta áleyparan

Eftir endahátíðina sunnudagin í Høllini á Hálsi, var avdúkað hvørjir leikarar vóru valdir til teir bestu á teimum ymisku leikaraplássunum.

 

Tað vóru venjararnir hjá liðunum, sum valdu hesar leikararnar, og millum teir bestu var føroyski leikarin Dávið Hentze.

 

Hann var valdur sum besti áleypari , og hetta varð ein sera stórur heiður.

 

Harumframt varð hann valdur sum besti “local player”. So samanumtikið ein sera góð kapping hjá Dávið.

 

Teir sum vóru valdir vóru hesir: 

 

Besti hevari:

Simao Novais, Luxembourg

 

Best diagonalur:

Eric Weber, Luxembourg

 

Besti miðbolkkur:

Atli Fannar Petursson, Island

 

Besti áleypari:

Dávið Hentze, Faroe Islands

 

Besti libero:

Samuel Novais, Luxembourg

 

Besti føroyski leikari:

Dávið Hentze, Faroe Islands

 

Mest virðismikli leikarin:

Samuel Novais, Luxembourg

 

Eisini dómararnir vóru heiðraðir eftir kappingina fyri gott arbeiði og fingu handað føroyskt páskaregg.