Funky Faroe Islands
Ráðgevin í vinnumálum við donsku sendistovuna í London Martin J. Asmundsen var ein av gestunum, ið luttók á ráðstevnuni í London í gjár. Asmundsen arbeiðiri undir danska handilsráðnum, The Danish Trade Counsil. Hann greiddi frá um arbeiðið hjá sær og sínum starvsfeløgum, við at ráðgeva og hjálpa donskum fyritøkum, ið royna at koma inn á enska marknaðin, og metti tað vera ein upplagdan møguleika hjá føroyskum vinnulívið brúka stóra kunnleikan, ið tey hava.
- Eg eri ikki greiður yvir hvussu tílíkt verður avroknað millum Føroyar og Danmark, men eg ivist ikki í, at tað átti at borið til, segði Martin J. Asmundsen.
Asmundsen greiddi frá, at tey hjálpa fyritøkum innan nógv ymisk virkisøki, ið royna at sleppa inn á enska marknaðin
- Vit ynskja at vera tann fyritrekti samstarvsfelagin hjá donskum vinnulívið í Bretalandi. Hetta verður millum annað gjørt við at ráðgeva, at gera marknaðarkanningar, at kanna trendir, at finna samstarvsfelagar, at finna framleiðslustøð uttanlands og mangt annað. Ein av veitingunum er 24 tímar av ókeypis coaching til virkir, ið hjálpir teimum at fyrireika seg til arbeiðið á bretska marknaðinum.
Danska handilsráðið hevur fólk og sendistovur kring alt Evropa, ið hjálpa fyritøkum við tílíkum arbeiði.
Virksemið hjá danska handilsráðnum hevur havt sera góð úrslit.
- Fyri hvørja brúkta króna fáa vit 278 kr. í øktum útflutningi, so hetta er væl brúktur peningur, greiddi Asmundsen frá. Nøgdsemið hjá fyritøkunum, ið vit arbeiða saman við er sera høgt, 95% av okkara samstarvsfeløgum eru nøgdir við okkara virkesemið, segði Asmundsen.
Eitt virkisøki, ið danska handilsráðið fæst við er mótaídnaðurin. Her gera vit eitt nú marknaðarkanningar, vit fara nú út í handlar og kannað hvat teir selja. Vit hjálpa eisini virkjum inn á mótaframsýningar, og skipa somuleiðis fyri onkrum mótaframsýningum saman við øðrum.
Harumframt eru vit farin undir at savna eina databasu yvir agentar, vit royna at gera eina gjølla databasu, við nógvum ymiskum upplýsingum, og vit brúka hesa til at matcha agentar við fyritøkur. Í løtuni telur databasan eini 3-400 agentar.
- Ráðgevingin liggur og bíðar eftir tykkum. Hetta er í ein ávisan mun galdandi fyri øll vinnuøki, men onkuntíð mugu vit melda pass, segði Asmundsen.