ÍTRÓTTUR
Annaðhvørt ár verður skipað fyri norðurlendsku barna- og ungdómsleguni, NBU, sum er fyri 12 til 16 ára gomul, ið bera brek. Hesa ferð verður legan í Eskilstuna í Svøríki, sum liggur umleið 100 kilometrar vestan fyri Stockholm, í døgunum frá 26. juni til 3. juli.
Legan er fyri ítróttaáhugað ungfólk, men ikki er neyðugt at hava íðkað ítrótt fyrr. Høvuðsendamálið við leguni er at fáa fleiri við breki at koma upp í ítrótt, og tí ber legan eisini dám av nógvum sosialum virksemi, sum gevur ungu norðanlendingunum møguleika at knýta vinarbond.
Í eina viku verður svomið, spælt borðtennis og íðkaður frælsur ítróttur, samstundis sum roynast kunnu ymisar nýggjar og áhugaverdar ítróttagreinar. Harumframt verður eisini skipað fyri undirhaldi, útferðum og diskoteki.
– Okkara royndir eru, at tey ungu koma heim við nógvum góðum upplivingum, øktum sjálvsáliti og nógvum góðum vinum, sigur ÍSB, sum í ár ætlar at senda eitt lutfalsliga stórt ferðalið avstað, og tí bjóðar 10 ungum føroyingum við breki at koma við. Eisini ber til at søkja um at koma við sum leiðari, og ÍSB vil tí fegið frætta frá ítróttaráhugaðum, sum eru yvir 20 ár og hava hug at koma við.
Í 2003 var legan í Føroyum, tá børn og ung úr øllum norðurlondum savnaðust um tað, øll hava til felags, ítróttin.