– Føroyingar tora ikki at vlogga

– Eg vóni, at fleiri frá yngra ættarliðnum fara at royna seg sum vloggarar, sigur maðurin handan Bamsesovs

Ein vloggari er ein persónligur bloggur, sum fer fram á video, og tað er ógvuliga populert at vera vloggari - bara ikki í Føroyum.

Men ein aktivur vloggari er í øllum førum um okkara leiðir, og tað er vloggurin Bamsesovs, sum er populerur millum tey ungu á Snapchat og Instagram. Hann hevur síðan 2017 næstan dagliga lagt videodagføringar út, har hann skemtar, ger ummæli, tekur álvarsmál upp og ráðgevur sínum fylgjarum

29 ára gamli Bjørn Djurhuus er maðurin handan Bamsesovs, og hann hevur gjørt sær nakrar tankar um, hví næstan eingin vloggar í Føroyum.

– Føroyingar tora ikki at vlogga, og orsøkin til tað er ivaleyst tí, at landið er so lítið, og at fólk í Føroyum hugsa so yvirdrivið nógv um, hvat onnur fólk halda um seg. Mann er bangin fyri at blíva sæddur sum løgin ella okkurt, sigur Bjørn Djurhuus við Sosialin 24. januar.

##med2##

Tað kann gott blíva nokkso einsligt at vera tann einasti vloggarin í Føroyum, og Bjørn vónar, at hetta broytir seg.

– Tað hevði verið stuttligt, um tað vóru fleiri, sum vloggaðu í Føroyum, tí so kundi mann samstarvað við tey. Tað er altíð stuttligari at gera video saman við øðrum, og tað er eisini hent, at eg havi klárað at lokkað onkran vinmann at gera video við mær. Eg vóni, at fleiri frá yngra ættarliðnum fara at royna seg sum vloggarar, sigur Bjørn Djurhuus.