TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við "Ársins Havnarborgara", Jørleif Kúrberg í sendingini "Hvonn Live" fyrr í kvøld.
Fáur, fyri ikki at siga eingin hevur gjørt so nógv fyri at kunna ferðafólk um gomlu Havnina, sum Jørleif Kúrberg. Eisini hevur Jørleif gjørt ein stóran innsats fyri at fáa navngivið øll húsini úti á Reyni.
Jørleif Kúrberg var, sum altíð hugfarsligur, og í góðum lagi. Hann greiddi m.a. frá, at útlendsk ferðafólk, føroyingar, og havnarfólk fáa ymiskar søgur, tá hann greiðir frá. Jørleif tillagar frásøgnina í mun til áhoyrarafjøldina.