Føroyingar til Liverpool – Manchester United

Liverpool Føroyar skipar fyri ársins fótbóltsferð. Farið verður til stórdystin Liverpool – Manchester United. Dysturin verður spældur sunnudagin 1. september, klokkan 13.30.

 

Umframt at síggja stórdystin móti Manchester United sunnudagin, verður eisini møguleiki fyri Anfield Tour og Legends Dinner.

 

Tilmeldingin fer fram á liverpool@liverpool.fo

 

Fleiri onnur tiltøk eru eisini at fara til hesar dagarnar í Norðuronglandi; t.d. ber til at fara á Leonard Cohen konsert í Manchester fríggjakvøldið 30/8; Premier League dystur er eisini leygardagin 31/8, og viðmælast kann at fara til dystin millum Manchester City og Hull City, tí stutt er at koyra hagar og bilettirnar eru ikki truplar at fáa fatur á til tann dystin; men sjálvandi, tá ið man jú er í Liverpool, er upplagt at fara á ein Beatles túr.

 

Hevur Beatles túrurin tín áhuga á hesi Liverpool ferðini, so er at ringja til 268899 ella skriva til liverpool71@hotmail.com

 

(Innsent)