Føroyingar til HM í Racerunning

4. til 11. juli bjóða Frederiksberg Handicap-Idræt, Dansk Handicap Idræts-Forbund og CPISRA (altjóða ítróttasambandið fyri spastikarar) vælkomin til VM í RaceRunning

RaceRunning er ein nýggjur og spennandi ítróttur fyri brekað við ringari balansu. Ein racerunner er ein serliga bygd trýhjólað ”rennisúkkla” uttan pedalir, soleiðis at balansan ikki er ein trupuleiki. Føroyingar fara at luttaka á leguni og í kappingini, og sendir Ítróttasamband fyri Brekað 13 ára gomlu Astrid Jakobsen. Saman við henni fer Meibritt Djurhuus, venjari.