Nú styttist tíðin til, at føroysku luttakararnir skulu kappast í árligu heimsmeistarakappingini í karaoke. Hesuferð verður tað í Írlandi, og fyriskipararnir úr Írlandi hava lovað eitt brak av einum showi.
HM verður sett í gongd hósdagin hin 8.september við einum sokallaðum "cocktail-party", har fyriskiparar, luttakarar og annars umboð úr teimum ymisku londunum møtast.
Aftur í ár eru Føroyar umboðaðar, og er hetta 4. árið á rað, vit eru við. Glitnir eiga rættindini at senda luttakarar víðari til HM, og tískil hevur verið kappast í Glitnir um at koma víðari til HM.
Hans Andreasen, stjóri í Glitnir, sigur seg vera sera spentan í ár, serliga nú leiðin gongur til Írlands, har stemningurin altíð er í topp. Hvar HM verður næsta ár er ikki kunngjørt enn, men sambært Hans Andreasen verða Føroyar eisini umboðarar komandi ár.
Um luttakararnar, Hera Olsen og Duritu Djurhuus, sigur ein av fyriskiparunum í føroyska karaoke-verkabólkinum, Kenneth Hovgaard Djurhuus, at Føroyar í ár møguliga hava sterkastu manning samanborið við hini árini.
- Sangirnir eru valdir í samráð við fyriskipararnar, leggur hann aftrat.









