Føroyingar til HM í Kanada

Pál Joensen og tveir aðrir føroyskir svimjarar luttaka í HM, sum byrjar nú týsdagin.

Nú týsdagin byrjar HM í svimjing á stuttgeil í kanadiska býnum Windsor. Føroyingar eru við í kappingini, og føroyska ferðalagið er nú komið fram í øllum góðum.


Føroyski hópurin eru Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag, Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag. Óli og Pál búgva tó í Danmark.


Afturat teimum trimum svimjarunum, so er Jón Bjarnason við sum venjari, Rókur í Jákupsstovu sum formaður og Anita Ryggshamar Nysted sum ferðaleiðari.


in.fo fer sum vera man at fylgja við HM-kappingini, sum fer av bakkastokki nú týsdagin.