Teir fimm føroysku spælararnir, sum fara avstað, eru Hallur Thorsteinsson (Tór), Fróði F. Jensen (Tór), Pætur Albinus (Tór), Rakul Mikkjalsdóttir (TBF) og Henrietta Nielsen (Søhøjlandet, Danmark). Í Rotterdam kunnu teir uppliva heimsins bestu spælarar, sum allir eru við til HM.
Føroysku spælararnir fáa í kappingini sera harða mótstøðu, tí í undankappingini til sjálva høvuðskappingina verður spælt í bólkum við trimum spælarum. Har eru føroysku spælararnir styrkismettir sum tríarar, meðan hinir báðir spælararnir í hvørjum bólki eru at finna sum nummar umleið 100 og 200 á heimsstyrkilistanum.
Hetta er eitt ógvuliga stórt lop fyri føroysku spælararnar, sum fyri tað mesta kappast í heimligu kappingini og síðani eru við til nakrar kappingar í Danmark árliga. Kortini hava teir við góðari hjálp frá nýggja landsliðsvenjaranum, Jan Berner úr Svøríki, roynt at fyrireikað seg sum frægast.
Eitt nú hava føroyingarnir verið á trimum venjingarlegum í Kina, ið í kappingum í Danmark, umframt at vant hevur verið meira sum heild, so føroyska landsliðið nú helst er betur fyri enn í mong ár.
HM-kappingin um vikuskiftið skal í fyrstu syftu brynja leikararnar til Oyggjaleikirnir, sum vera í juli. Á Oyggjaleikunum er mótstøðan somuleiðis stinn, og kann henda sera sterka mótstøðan í HM lyfta spælararnar tað síðsta upp um tær ógvuliga fáu tjóðirnar, sum eru framman fyri Føroyar á Oyggjaleikunum.
Hjá Føroyum stendur eitt nýtt ættarlið klárt at taka um endan, ið fevnir um spælarar úr 17 upp í 20 ára aldur. Nýkosni føroyameistarin, 22 ára gamli Ragnar Egilsson, verður ikki við til HM vegna lesnað, men hann verður tó við á Oyggjaleikunum.