Nú fáa føroyingar eisini høvið at síggja formel 1 bilar við berum eygum, at kenna rama rákan av bensinroykinum, og hoyra tey næstan óveruligu brølini av rasarabilunum. Fonn Flog í Klaksvík skipar fyri ferð til koyringina í Hockenheim.
Skipað verður fyri ferðing úr Vágum til Hockenheim og heim aftur, og fyri gisting tætt við breytina. Høvi verður at síggja bæði tíðarkoyringina leygardag og sjálva koyringina sunnudag. Fari verður úr Føroyum fríggjadagin 22. juli og heimaftur mánadagin 25. juli.
Aftan á heimsmeistararheitið í fótbólti og olympisku leikirnar er formel 1 mest eftirhugdi sjónvarpsítrótturin. Men tey, sum hava verið til formel 1 koyring, siga at fyri veruliga at skilja hvussu fantastisk formel 1 er, skal man uppliva tað.