Føroyingar til DM fyri lið

Í dag og í morgin verður DM fyri lið avgjørt, og ikki færri enn fimm føroyskir svimjarar luttaka. Talan er um Pál Vitalis Joensen, Markus Joensen Óla Mortensen, Alva Hjelm og Magnus Jákupsson.

 

Markus Joensen svimur fyri Lyngby Svømmeklub og Magnus Jákupsson fyri Farum Svømmeklub. Pál Joensen svimur fyri Aalborg Svømmeklub ímeðan Óli Mortensen og Alvi Hjelm svimja fyri Hovedstadens Svømmeklub. Hesi liðini eru øll í bestu donsku svimjideildini, ið verður kallað Svømmeligaen.

 

Óli Mortensen svam seg fyrr í dag til eitt annað pláss í teininum 400 metra frísvimjing, við tíðini 3:50.15 har Pál Joensen bleiv nummar seks. Alvi Hjelm setti persónligt met í 200 metrum blandað við tíðini x ímeðan Magnus Jákupsson svam svam seg á eitt annað pláss í 50 metrum rygg við tíðini 24.67 ímeðan Markus Joensen bleiv nummar 10.

 

Vónirnar eru góðar til DM í dag. Okkara mál er at vera verandi í bestu deildini og tað er eitt realistiskt mál fyri okkum halda vit. Nú er hetta ikki nøkur einstaklinga kapping sum so, og tað snýr seg mest um liði, men Óli og eg hava í øllum førum svomið væl í morgun. Óli bleiv nummar tvey og eg setti persónlig met við einum heilum sekundi, sigur Alvi Hjelm úr Hovedstadens Svømmeklub, sum er eitt tað størsta danska svimjifelagið.

 

Enn eru nógvir teinar eftir at svimja, og millum annað skal Pál Joensen svimja sín tiltikna 1500 metrar frí seinni í dag.