Føroyingar teir mest arbeiðsvirknu í Europa

Samanbera vit vinnutíttleikan í Føroyum við hini londini í Europa, er hann størstur í Føroyum, tá bæði kyn verða tikin saman, við 85%. Tað vil siga, at arbeiðsfjøldin í Føroyum í aldrinum frá 15 til og við 74 ár er 85% av fólkatalinum í sama aldursbólki.

Hetta veit Hagstova Føroya at siga.

Eftir Føroyar kemur Ísland við 83%. Síðan er eitt lop niður til Sveis við 77% og Svøríki við 72%. Danmark er á 7. plássi við 70%. Fyri E.S. tilsamans er vinnutíttleikin 65%. Niðast eru Kroatia, Italia og Turkaland við ávikavist 57 og 54%.

 

Tá býtt verður á kyn, er vinnutíttleikin javnt størstur hjá mannfólki í Føroyum og Íslandi við 87%.

Hjá konufólki er vinnutíttleikin nógv størstur í Føroyum við 83%. Síðan íslendsku konufólkini við 79%.