Tað kemur ikki fyri, at stórar kappingar eru í donskum sjónvarpi, uttan at føroyingar eisini eru við í fremstu røð. Síðstu tíðina hevur Sarah Mahfoud, sum hevur føroyska mammu, kappast í Vild Med Dans, og næstu tíðina fara í øllum førum tveir sangarar at vera við í eini sangkapping, sum eitur Dansk Pop Talent.
Tað eru Ovin Klein Olsen og Kristell Lisberg, sum vera við í hesi kappingini, ið kann síggjast á donsku sjónvarpsrásini DK4. Nógvir føroyingar síggja hesa rásina, men tað ber eisini til at hoyra sangir og fáa ymiskt at vita, eitt nú um hvussu atkvøðast kann, á heimasíðuni danskpoptalent.dk.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Ovin Klein Olsen.