Tíðin tykist tíbetur vera farin, tá føroyingar eru kanónføði í NM kappingunum fyri unglingalandslið. Vónandi var dysturin mikudagin ímóti Onglandi boðberi um hetta
Tað eydnaðist ikki føroysku unglingunum at vinna á Onglandi, men tað vóru avgjørt uppmuntrandi lutir, sjálvt um talan var um 4?1 tap.
? Fýra dystir vóru á skránni. Mikukvøldið fingu vit at vita, at dysturin ímillum okkum og Ongland varð mettur at vera tann best spældi. Tað eru vit sjálvsagt fegnir um, men samstundis mugu vit staðfesta, at okkara hava framvegis nógv at læra. Teir spældu væl, men teir fingu enn eina ferð staðfest, at mistøk og kanska ikki at vera fullkomuliga samlaður um uppgávuna alla tíðina, verður eirindarleyst sektað.
Tað er Karl Vidtfeldt, FSF nevndarlimur og ferðaleiðari á Danmarkar ferðini, sum vit hava í telefonini. Áðrenn vit fara víðari í prátinum um dystin ímóti Onglandi, minnir hann á, at tað eru spælarar úr t. d. Liverpool, Chelsea, Tottenham og Arsenal, sum føroysku dreingirnir spældu ímóti.
? Í 1. hálvleiki megnaðu okkara ikki at skapa so nógvar upplagdar møguleikar. Men fyrra partin av umfarinum høvdu onglendingarnir heldur ikki upplagdar møguleikar, tí okkara vóru spælstýrandi. So var tað, at teir eftir lítari løtu sektaðu tvey mistøk. Í tí fyrra førinum slapp ein av miðverjunum framvið, uttan at nakar av okkara fór eftir honum í borðinum. Innleggið var gott og fluktað upp undir nettakið. Lítla løtu seinni vóru vit aftur óhepnir. Bólturin varð lyftur upp um málverjan, hann fór í stólpan og aftur í málverjan, áðrenn hann fór í málið, greiðir Karl Vidtfeldt frá.
Gamla sjúkan, at mótstøðumenninir skora í síðstu løtu, gjørdi um seg bæði í 1. og í 2. hálvleiki. Í yvirtíðini í 1. hálvleiki rann ein av mótstøðumonnunum frá føroysku verjuni, og í yvirtíðini av 2. hálvleiki gjørdu teir sær dælt av, at okkara høvdu mist í uppspælinum í øðrum borðinum.
Góða løtan
Tað var Jóhan Petur Poulsen úr B68, sum minkaði um munin til 1?3. Hann kom inn á miðvøllin í 56. minutti, og í 57. minutti skoraði hann.
? Ingi Højsted, sum spældi sera væl á miðvøllinum, vann ein bólt, spældi víðari til hangandi álopsmannin, Rók av Fløtum, og hann snittaði til Jóhan Petur, sum rann frá verjuni og setti framvið málverjanum. Eftir hetta høvdu vit fleiri góðar royndir. M. a. stútaði Jóhan Petur eftir horna beint omanfyri málið, og eina ferð bjargaði málverjin sera væl, tá Jóhan Petur ? eftir uppspæl og innlegg úr borðinum ? royndi seg úr stuttari fjarstøðu, sigur Karl Vidtfeldt.
? Eg stóð og frøddi meg um, at tað skuldi eydnast okkara at vinna 2. hálvleik, tá teir í yvirtíðini skoraðu til 4?1, sigur Karl Vidtfeldt, sum ikki heldur seg hava sæð eitt føroyskt lið við so bólttryggum og taktist skilagóðum spælarum yvirhøvur sum hesum:
? Breiddin er góð, og tað tykist ikki, sum at liðið viknar, sjálvt um útskiftingar verða framdar. Tað er hugaligt. At dreingirnir eru skilagóðir sæst kanska av, at okkara tólv ferðir eydnaðist at draga mótstøðumenninar rangstaddar, meðan okkara bara eina ferð duttu í felluna.
Seinnapartin í gjár spældu Føroyar í Nr. Aaby ímóti Noregi. Mikudagin sóu føroysku spælararnir Finnland vinna 1?0 á Noregi. Birgir Sondum var dómari í tí dystinum.
Í hinum bólkinum vann Slovakia mikudagin 3?1 á Íslandi, og Danmark vann 2?0 ímóti Svøríki.
Føroyar?Ongland 1?4 (0?3)
NM kapping í Danmark
Á Varde stadion í Varde
mikudagin 1. august 2001, kl. 15.00
Dómarakvartett: Santtu Keto, Finnland, Henning Knudsen, Claus Johansen og Jesper Overgaard, Danmark
150 áskoðarar
0?1: Danny Jeffreys 22.
0?2: Mark Smyth 23.
0?3: Stacy Long 40.
1?3: Jóhan Petur Poulsen 57.
1?4: Stacy Long 80.
Føroyar: 16. Gunnar Nielsen, HB ? 2. Hanus Thorleifsson, Skáli, 4. Eli Thorsteinsson, HB, Rasmus Nolsøe, TB, 14. Jónas Tór Næs, B36 ? 7. Marni Djurhuus, EB/Streymur, 3. Símun Samuelsen, VB (8. Bárður H. Joensen, HB, 41.), 6. Ingi Højsted, B36, 9. Magnus Skoralíð, LÍF ? 10. Rókur av Fløtum Jespersen, HB, 11. Tummas Pauli Olsen, B71 (15. Jóhan Petur Poulsen, B68, 56.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 1. Allan Kjærbo, VB, 12. Bergur Midjord, B36, 13. Justinus R. Hansen, NSÍ, 17. Poul N. Poulsen, VB, 18. Páll M. Joensen, HB
Gult kort: Eli Thorsteinsson 33.
Venjari: Mattias Davidsen
Hjálparvenjari: Bill Jacobsen
Ferðaleiðari: Karl Vidtfeldt
Ongland: 12. Joe Watson, Tottenham Hotspur FC ? 2. Thomas Harban, Barnsley FC (3. Gary Borrowdale, Crystal Palace FC, 41.), 4. Lewis Dodds, Sunderland FC, 6. Dorian Small, Arsenal FC, 8. Shane Tolley, Peterborough United FC (5. Aaron Nowacki, Fulham FC, 41.) 10. Danny Jeffreys, Chelsea FC (15. Lewis Gobern, Wolverhampton Wanderers FC, 58.), 11. Mark Smyth, Liverpool FC, 13. Liam Watson, Watford FC, 14. Adam Eckersley, Manchester united, 16. Stacy Long, Charlton Atletic FC, 17. Owen Price, Tottenham Hotspur FC
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 1. Steveb Drench, Blackburn Rovers FC, 7. Adam Oldham, Barnsley FC, 9. Marcus Benson, Northampton Town FC, 18. Wayne Routledge, Crystal Palace FC