Logos Hope, sum er gamla Norrøna, kom á Havnina seinnapartin og hundraðtals fólk við løgmanni og borgarstjóranum í Havn á odda, vóru og tóku ímóti
Eftir eitt hátíðarhald á bryggjuni, við røðum, horntónleiki og sangi, var øll mannfjøldin boðin umborð at síggja skipið.
Og tað nyttar lítið at hava verið fastur gestur umborð umborð á gomlu Norrønu fyri at finna runt umborð á Logos Hope, tí skipið rætt og slætt ikki til at kenna aftur.
Tað mesta, uttan trappurnar, er skrætt innan úr skipinum, heilt inn á stál og allar installatiónir eru lagdar av nýggjum og alt er nýtt innan og fullkomiliga broytt.
Manningin á Logos telur einar 45 tjóðir úr øllum heiminum og umborð eru fólk í øllum aldri og eisini heil húski. Tí er hugsað um alt og Logos Hope er eitt vælvirkandi, fullfíggjað samfelag í samfelagnum við skúla, sjúkrahúsi, biografi, sjónleikarahúsi, fundarhølum og øllum øðrum, sum annars krevst.
Serliga errin eru tey av bókahandlinum, sum er heimsins størsti flótandi bókahandil og har bøkur fáast um alt møguligt, ikki bara andaligar bøkur.
Úr Føroyum fer Logos Hope um eina lítla viku á rundferð í Stóra Bretlandi og haðani gongur leiðin til Karibia, har tey fara at sigla runt í eitt gott ár undir herrópinum, vitan, hjálp og vón.
Undir Myndatema vinstrumegin, hava vit nógvarmyndir av Logos Hope og av móttøkuni í Havn og umborð á skipinum