Teir báðir 13 ára gomlu føroyingarnar Kaspar Meitil og Rasmus Kruse eru so-pranar í Københavns Drengekor. Teir búgva í Keypmannahavn og vóru við á spennandi konsertferðini í Fjareysturi, sum júst er av.
Rasmus og Kaspar, sum ganga í sjeynda flokki á Sankt Annæ skúlanum, eru solistar og hava sungið í kórinum í trý ár.
Umframt teir 24 dreingjasangararnar vóru eisini 20 vaksnir sangarar við á ferðini. Rætta navnið á kórinum er Københavns Drengekor Det Kongelige Kantori við Heindrikki Prinsi sum protektor.
Umframt Hendrik Prins, vóru eisini Brian Mikkelsen mentamálaráðharri og Sus-se Wold sjónleikari og H. C. Andersen umboð, við í ferðini 15.-30. september.
Konsertferðin hjá Københans Drengekor varð hildin í sambandi við at nýtt danskt mentunarhús lat upp.
Í Kina er ikki loyvt at kalla útlendskt virksemi fyri »Institute« ella at brúka na-nið á viðkomandi landi, í hesum føri »Danish«.
Hinvegin er H. C. Andersen kendasti útlendski rithøvundur í Kina og verður lisin í øllum skúlum. Tí varð góðkent at kalla húsið Beijing Andersen Cultural Cen-ter.
Leiðari er danski Eric Messerschmidt og meiri kann lesast um húsið á www.danisculture.cn
Konsertferðin kallaðist »Songs of the Nightingale« og bygdi á 200 ár hald H. C. Andersens.
Sangsskráin byrjaði við tveimum sálmum hjá Mendelssonhn-Bartholdy »Wa-rum toben die Heiden« og »Richte mich, Gott«. Síðani sungu teir »Natten er så stille«,»Sænk kun dit hoved, du blomst«, Salve Regina og Ave Maria eftir Liszt,»Fred hviler over land og by«,»I Danmark er jeg født« og endaðu súmbolskt við morgunsanginum úr »Elverskud«»I østen stiger solen op«.
Millum sangirnar læs Susse Wold á enskum úr ævintýri H. C. Andersens »Nat-tergalen«.
Kórið sang og vitjaði í Beijing, Shanghai, Shenzhen, Hong Kong, Singapore og Bangkok. Ferðin varð løgd til rættis í sambandi við 200 ár haldið fyri H. C. An-dersen.