Føroyar kappast við Oynna Man og Jersey um at gerast besta svimjitjóðin á oyggjaleikunum í Gibraltar.
Higartil hava Føroyar vunnið 12 gull, og Oyggin Man og Jersey hava vunnið átta gull hvør.
Føroysku svimjararnir fáa í kvøld møguleikan at staðfesta fyrsta plássið í kappingini millum londini, tí vit hava umboð í øllum 12 kappingunum, ið eru í svimjihøllini í Gibraltar í kvøld.
Til ber at stroyma allar 12 finalurnar á kvf.fo. Solby Christiansdóttir sigur frá.
Finalurnar í kvøld eru hesar:
| 100 metrar blandað kvinnur | Vár Erlingsdóttir Eidesgaard |
| 400 metrar frí menn | Óli Mortensen og Rókur Trygvason |
| 200 metrar firvald kvinnur | Rebekka Trygvadóttir |
| 100 metrar rygg menn | Alvi Hjelm |
| 100 metrar frí kvinnur | Vár Erlingsdóttir Eidesgaard |
| 50 metrar frí menn | Róland Toftum og Rókur Trygvason |
| 50 metrar rygg kvinnur | Signhild Joensen |
| 200 metrar bringa menn | Rókur Trygvason og Alvi Hjelm |
| 800 metrar frí kvinnur | Vár Erlingsdóttir Eidesgaard |
| Fýra ferðir 100 metrar blandað kvinnur | Føroyar |
| Fýra ferðir 50 metrar frí menn | Føroyar |
| Átta ferðir 50 metrar frí kvinnur og menn | Føroyar |
(Kelda: kvf.fo)
##ms##











