Besta dømi um, at íslendingar fáa arbeiðini við Hoyvíkssáttmálanum í hondini er byggingin av ítróttarhøllini á Sandi. - Tað er nú enn einaferð prógvað, at nógv umtalaði handilssáttmálin millum føroyingar og íslendingar ? Hoyvíkssáttmálin ? bert virkar annan vegin.
Tað skrivar Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, í almennum lesarabrævi.
Hann heldur, at besta dømi um, at íslendingarar fáa arbeiðini við Hoyvíkssáttmálanum í hondini, er ítróttarhøllin á Sandi.
- Landið letur hesa høll byggja ? fyri at seta arbeiðsskapandi tiltøk í verk í Føroyum. Hetta skuldi verið ein sólskinssøga, men hvat? Íslendingar fáa arbeiðini við Hoyvíkssáttmálanum í hondini, meðan føroyski skattgjaldarin rindar, og vit føroyingar standa eftir sum Kánus við ongum.
Annfinn Brekkstein heldur, at hesin so høgt lovaði Hoyvíkssáttmáli hevur enn einaferð prógvað sína ónyttu ? at hann virkar bara einvegis.
- Arbeiðsloysið her heima er av tí hægsta síðan 1994, so spennandi verður at vita, hvør fær næsta arbeiðsskapandi almenna arbeiðið í Føroyum - og spurningurin er, um tað yvirhøvur verða føroyingar, sigur býráðslimurin, Annfinn Brekkstein.