Fólk og fyritøkur kring alt landið hava seinastu dagarnir víst sera stóra samkenslu fyri kokkinum, ið misti stórar upphæddir, tá ið hann serveraði mat fyri tónleikarunum á festivalinum við Múrin. Seinastu vikuna hevur peningur streymað inn á eina bankakonto, ið er upprættað til frama fyri kokkinum Hans Jacob Garðalíð. Bæði fyritøkur og privat persónar hava víst sín stuðul, við at rætta kokkinum eina hjálpandi hond, nú hann stendur eftir við einari skuld á 100.000 krónur eftir Múrin.
Hans Jacob Garðalíð er ovfarin av stuðlinum, sum hann í kvøld hevur fingið frá tónleikarunum.
Niels Uni Dam, ein av stigtakarunum til stuðulskonsertina, segði fyri løtu síðani soleiðis.
-Vit eru sera fegnir um, at konsertin hevur gingið so mikið væl, og umleið 90 fólk hava verið í Reinsarínum í kvøld, sigur Niels Uni Dam.
Ein annar stigtakari til Chef Aid er Niels Arge Galán, og hann segði soleiðis við Rás2 í kvøld.
-Kokkurin og tað sum hann gav okkum við Múrin, er ein uppliving, sum bert tónleikararnir fingu. Tí er tað týdningarmikið fyri okkum at vísa honum, at vit veruliga eru takksamir fyri tað, sum hann gjørdi fyri okkum, sigur hann.
Tiltakið er enn ikki liðugt, men heldur fram í okkurt um ein tíma aftrat.