Føroyingar stjala sigurin aftur í ár

Danir megna ikki at vinna sínar egnu talentkappingar ? vit tapa altíð ímóti pinkutjóðin í norði, skrivar Se & Hør í dag. Blaðið heldur, at Anna Nygaard kann vinna í ár. - Fyrst var tað Guðrun, síðani vann Linda Andrews, og nú er ein nýggj føroysk songkvinna til reiðar at buka allar teir donsku sangararnar í X Factor kappingini.

 

Soleiðis skrivar vikublaðið Se & Hør á heimasíðuni í dag. Blaðið skrivar, at Anna Nygaard í gjárkvøldið gjørdu dómararnar ovfarnar og streyk trygt víðari í kappingini.

 

- Tað var fullkomiliga óvæntað. Eg hevði ímyndað mær, hvat dómararnir fóru at siga, og so vóru teir bara so positivir, tað var fantastiskt, sigur Anna Nygaard við blaðið.

 

Se & Hør nevnir eisini, at føroyinga áður eru lagdir undir at hjálpa sínum sangarum við konsekvent at atkvøða fyri teimum.