Føroyingar standa til at missa lestrarstuðul

Danski Fólkaflokkurin ætlar, at flestu føroyingar skulu missa rættin til SU

Danski Fólkaflokkurin, sum er avgerandi partur av parlamentariska grundarlagnum undir donsku stjórnini, krevur nú, at sparingar verða framdar í lestrarstuðlinum til útlendingar. Kravið verður sett fram í sambandi við samráðingarnar um donsku fíggjarlógina, sum nú standa fyri.

 

Ítøkiliga mælir Danski Fólkaflokkurin til, at tað ikki skal bera til at fáa lestrarstuðul uttan so, at ein hevur verið í Danmark í sjey av seinastu átta árunum.

 

– Stjórnarflokkarnir hava tikið væl ímóti uppskotinum, og tað ørkymlar. Tí um hetta verður veruleiki, so kemur tað at raka so at siga øll føroysk lesandi, sum leita sær til Danmarkar á hvørjum ári. Tað kann ikki vera meiningin, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin.

 

Danski Fólkaflokkurin mælir beinleiðis til, at uppskotið eisini rakar danskar ríkisborgarar. Á tann hátt vil flokkurin tryggja, at uppskotið innihaldsliga ikki er í stríð við mannarættindi ella ES-lóggávu.

 
Fólkatingsmaðurin hevur eisini víst stjórnini á, hvussu trupulleikin kann loysast.

 

– Á øðrum økjum er uppihald í Føroyum og Grønlandi javnsett við uppihald í Danmark. Tað er upplagt at gera tað sama í hesum førinum.

 
Sjúrður Skaale sigur, at hann vanliga heldur seg frá at blanda seg beinleiðis upp í danskan fíggjarpolitikk, men at hann má gera eitt undantak í hesum føri. 

– Eg havi ongantíð upplivað, at sparingar beinleiðis eru ætlaðar at raka føroyingar. Og eg ivist eisini í, um meiriluti er fyri teirri loysn, sum Danski Fólkaflokkurin vil hava. Men tað er áður komið fyri, at politiska skipanin ikki hevur hugsað um, at sparingar, sum eru ætlaðar at raka útlendingar, eisini raka føroyingar. Og tað hevur verið dýrt hjá teimum, sum eru rakt av tí.

 

- Tí havi eg góðar vónir um, at uppskotið frá Danska Fólkaflokkinum undir samráðingunum verður tillagað soleiðis, at føroyskir ríkisborgarar ikki verða raktir. Men eg fari sjálvandi at fylgja málinum allan vegin, sigur Sjúrður Skaale.