Føroyska landsliðið í badminton hevði eina strævna skrá í dag. Tríggir dystir skuldu spælast, men Føroyar vóru ikki til at taka.
Í fyrsta dystinum vunnu Føroyar 4-1 á Guerney, sum undanfarin ár hevur verið millum sterkastu oyggjarnar í badminton.
Seinnapartin vunnu Føroyar á bæði Jersey og Minorka. Í báðum førum var úrslitið 4-1 til Føroyar.
- Vit eru sera væl nøgd við dystirnar í dag, og vit hava vónir um, at vit kunnu røkka í finaluna í liðkappingini, sigur Brynhild Carlsson, sum er ein av spælarunum í badminton.
Føroyar spæla hálvfinalu í badminton í morgin kl. 11.00.