Komandi leygarkvøld og út á náttina fer ein føroyskur tónleikabólkur at undirhalda á føroyska møtistaðnum Skarv í Keypmannahavn.
Tey, ið manna bólkin, eru Anna Nygaard sum sangari, Hans Petur í Brekkunum á saxofon og sangi, Bjarki Meitel á bass, Sveinur Dam á gittar, Carl Johan Højgaard á trummum og Ingi Isaksen á keyboard og sum ljóðmaður. Hesi eru heit tá tey fara á, tí tey undirhalda privat fyrr um kvøldið í øðrum selskapi.
Tónleikaskráin er fjølbroytt: Moira, Stevie Wonder, Joe Cocker, Jackson 5, Daft Punk, EWF, Gnarls Barkley, Rasmus Seebach, Thomas Helmig, Rocazino, Pointers Sisters, Danseorkestret, Tina Turner, Gloria Gainor, Robbie Williams, Whitney Houston og Frændur eru millum tey, hvørs løg kunnu hoyrast á Skarv hetta kvøldið.
Skarv er yvir 40 ára gamalt og fyrrverandi eigarnir, Dánjal Petur og Kristen Thorsteinsson, njóta nú tíð sína á annan hátt. Tað er nemliga døturnar Siri og Sandra, sum hava yvirtikið og peppað staðið upp. Føroyingar og grønlendingar koma framvegis á Skarv, sum letur upp kl 22, stongir áðrenn kirkjutíð og liggur á Pilestræde beint við Strøgið.
- Leingi er ímillum, at føroyingar spæla livandi tónleik í Keypmannahavn. Tann tíðin kemur kanska aftur, tí vit elska at møtast og stuttleika okkum saman við heimlongsli til fosturlandið, sigur Edmund S. Jacobsen, sum fyriskipararnir.