Føroyingar á Sofiegården við nýggjum staklagi

Øll løgini hjá duoini Konsørn eru komponerað og partvís upptikin á Sofiegården á Christianshavn, har duoin er stovnað og er búðstødd

Konsørn er nýggj instrumental duo við Mattiasi Kapnas og Jan Rúna Poulsen.

"Spin that Ship" er annað útspælið hjá Konsørn, sum verður á komandi plátuni "1418". Øll løgini eru komponerað og partvís upptikin á Sofiegården á Christianshavn, har duoin er stovnað og er búðstødd.

Plátan, "1418", er upptikin í Studio Bloch av Benjamini Petersen og Theodori Kapnas, miksað av Theodori Kapnas og mastrað av George Nerantzis.

Plátan kemur út fyrst í næsta ár og verður útgivin á Tutl.

Bárður Dal Christiansen, sum eisini býr á Sofiegården, hevur framleitt sjónbandalagið til "Spin that Ship".

Hoyr lagið her:

##med2##