Føroyingar, íslendingar og grønlendingar hittast

Hósdagin byrjar stóra mentunarstevnan í Keypmannahavn, har list og mentan í Føroyum, Grønlandi og Íslandi eru á skránni

Í døgunum 23. til 26. mai verður mentunarstevna í Keypmannahavn, Nordatlantisk Kulturfestival, sum Føroyahúsið, Grønlendingahúsið og Jónshús, Íslendska Mentanarhúsið í Keypmannahavn skipa fyri. Á stevnuni verða nógv tiltøk. Tey verða ymsa staðni í danska høvuðsstaðnum, men tey flestu í Huset í Magstræde.
Listafólk og fólk úr mentunarlívinum í Føroyum, Íslandi og Grønlandi taka lut. Á skránni eru eitt nú nútíðarlist og bókmentir, filmir og sjónleikur, tónleikur, sangur og dansur, fólkslig mentan, matmentan og mangt, mangt annað.
Vigdís Finnbogadóttir, fyrrverandi íslendskur forseti, letur stevnuna upp. Undir tiltakinum verður grønlendskur trummudansur, føroyskur dansur, sangur og tónleikur. Fyrsta dagin á stevnuni seta føroyskar dagsskránna. Tá verður filmurin hjá Katrin Ottarsdóttir Bye Bye Bluebird frá 1999 vístur, Malan Thomsen kvintet syngur og spælir, og kabarett verður við Eyðuni Johannessen og øðrum kendum sjónleikarum.