Nú er tað greitt, at føroyska fótbóltslandsliðið fer í vetrarfrí, tá dysturin í Sveis er liðugur seinnapartin leygardagin. Í vikuni hevur tann møguleikin verið nevndur, at landsliðið skuldi spæla í Jugoslavia mikudagin 15. november. Hetta er nakað, sum bæði FSF leiðslan og spælararnir hava sæð ógvuliga svart uppá. Kappingarárið er liðugt, spælararnir eru troyttir, og tað hevði ikki borið til at funnið sinniliga yvirskotið, sum skuldi til, um venjingarstøðan skuldi verið hildin støðug í ein mánað afturat.
Seinnapartin fríggjadagin fekk Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, boð frá FIFA um, at dysturin verður spældur 15. august komandi ár:
? Vit vildu sera fegnir hava avgerðina, áðrenn spælararnir fara á vøllin í Zürich seinnapartin leygardagin. Vit hava sagt FIFA, at tað fer at bera sera illa til hjá okkum at spæla 15. november. Tað tók sína tíð at fáa teir at koma við einari avgerð, men nú hava vit fingið skriv frá teimum um, at dysturin verður 15. august. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at hetta líkar okkum sera væl, segði Ísak Mikladal við Ítróttarsosialin klokkan 16.30 fríggjadagin.
Tá hevði hann akkurát fingið boðini frá FIFA. Eftir at vit høvdu verið í sambandi við aðalskrivaran í FSF, skuldi hann seta seg í samband við føroyska landsliðshópin í Zürich. Eingin ivi er um, at boðini um nýggja spælidagin fríggjakvøldið gliðu væl niður í føroysku leguni í Zürich. jh










