Føroyingar skulu taka upp eftir sær

Løgmaður segði á ríkisfundinum í Grønlandi, at um órudd eftir føroyingar er til ampa fyri grønlendingar og grønlendsku náttúruna, so skulu føroyingar rudda eftir sær

 

Anfinn Kallsberg hevur um vikuskiftið verið í Grønlandi, har ríkisfundur hevur verið millum politisku leiðararnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark.

Árligi ríkisfundurin varð hesaferð hildin í suðurgrønlendska býnum, Narsaq.

Anfinn Kallsberg, Jonathan Modzfeldt og Poul Nyrup Rasmussen viðgjørdu ymisk mál á ríkisfundinum, sum hava áhuga fyri teir tríggjar partarnar av ríkinum.

Anfinn Kallsberg greiddi grønlendska landstýrisformanninum frá, at føroyingar kenna ávísar skyldur mótvegis grønlendsku náttúruni.

? Um órudd frá føroyskum útróðri í Grønlandi er til ampa fyri grønlendingar og grønlendsku náttúruna, so skulu føroyingar rudda eftir sær, segði Anfinn Kallsberg.

Løgmaður hevur borið eygað við óruddið í sjónvarpssendingum um føroyska útróðurin í Grønlandi, og hann heldur, at tað er ein sjálvfylgja, at føroyingar taka upp eftir sær. Føroyska og grønlendska landsstýrið skulu í næstum tosa aftur um hetta mál.


Hvalanevndin

Limaskapurin hjá Danmark í altjóða hvalaveiðukommisiónini,IWC, var eisini viðgjørdur á fundinum.

Grønland og Føroyar ynskja at fáa sín sjónarmið betri fram í IWC, og danski forsætisráðharrin hevur lovað føroyingum og grønlendingum, at málið verður tikið upp, so ein hóskandi loysn kann finnast.

Hvørki føroyingar ella grønlendingar hava kravt at fáa beinleiðis limaskap í IWC, men Anfinn Kallsberg og Jonathan Modzfeldt eru samdir um, at føroyingar og grønlendingar skulu hava størri ávirkan á donsku sjónarmiðini í IWC.

Ríkisfundur tekur ongar ítøkiligar avgerðir, men mál verða reist, og síðani verður arbeitt víðari við hesum málum.