Fólkaheilsuætlan
Føroyingar skulu hava eitt longri og betri lív!
Tað er endamálið við eini víttfevndanri fólkaheilsuætlan, sum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, hevur lagt fyri Løgtingið
Fólkaheilsuætlanin er ein liður í Visjón 2015 og endamálið er at vísa á týdningin av at hava eina góða heilsu, og at vísa á, hvat vit kunnu gera fyri at betra um okkara heilsustøðu.
Somuleiðis skal fólkaheilsuætlanin verða grundarlagið undir framtíðar fólkaheilsupolitikkinum í Føroyum.
Hans Pauli Strøm sigur, at í londunum rundamum okkum gerast alsamt fleiri fólk sjúk orsakað av liviháttinum og mangt bendir á, at sama gongdin eisini ger seg galdandi í Føroyum.
Hesar fólkasjúkurnar hava við sær stórar avleiðingar fyri bæði tann einstaka og fyri samfelagið sum heild. Hesi viðurskiftini eru vælkend og vællýst í londunum, vit vanliga samanbera okkum við, og hava stjórnirnar í hesum londum tí í mong ár orðað fólkaheilsuætlanir, sum snúgva seg um bæði yvirskipað viðurskifti og um einstakar vandatættir og fólkasjúkur.
Neyðugt við eini heildarætlan
Landsstýrið heldur, at politikkurin, sum higartil hevur verið førdur á fólkaheilsuøkinum, ikki hevur verið nóg miðvísur. Ymsir almennir myndugleikar, stovnar og ráð hava eins og felagsskapir hvør í sínum lagi skipað fyri støkum og spjøddum tiltøkum fólkaheilsuni at frama. Men tað almenna hevur ikki havt ein yvirskipaðan fólkaheilsupolitikk, sum hevur til endamáls at betra um heilsustøðuna sum heild hjá føroyingum. Landsstýrið er sannført um, at av tí, at vandatættir og fólkasjúkur eru so nær tengd at hvørjum øðrum, er neyðugt við eini heildarfatan av heilsuviðurskiftunum og harvið við miðvísum, munadyggum og samskipaðum heildartiltøkum.
Við støði í hesum hevur landsstýrið tikið stig til at orða ein fólkaheilsupolitikk, sum miðar eftir at styrkja almennu heilsustøðuna hjá føroyingum, sum eggjar til heilsugóða lívsførslu, sum mennir heilsufremjandi viðurskifti og fyribyrgir sjúkuelvandi og heilsuskaðiligum viðurskiftum sum heild í samfelagnum.
Hans Pauli strøm sigur, at hendan ætlanin fevnir bæði um heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk.
Fríggjadagin fer Løgtingið at hava aðalorðaskiftið um ætlanina.