Føroyingar skulu ikki hava serrættindi

 Ein føroyingur skal ikki hava betri sømdir enn ein pakistani, sigur Erik Farmann, leiðari í upptøkunevndini á Danmarks Journalisthøjskole. Farmann metir eisini, at ein umsøkjari, sum bert sleppur inn við sersømdum, ikki er egnaður til Journalistháskúlan

Danmark er eftirhondini vorðið eitt multietniskt samfelag, og við støði í hesi gongd var reglan um framíhjárættindi til føroyskar umsøkjarar foroldað. Tað metir leiðarin í upptøkunevndini á Danmarks Journalisthøjskole, Erik Farmann.
                      - Endaliga avgerðin er tikin í Undirvísingarmálaráðnum, men vit í upptøkunevndini mæltu til at broyta reglugerðina við teirri grundgeving, at føroyingar ikki skulu hava serrættindi fram um aðrar etniskar minnilutar í danska samfelagnum, sigur Erik Farmann.
 
Fortreytir
Umframt hesa grundgeving sigur Farmann, at Journalistháskúlin heldur ikki ynskir næmingar, sum frá byrjan ikki hava fortreytir fyri at klára seg væl á skúlanum.
                      - Um ein næmingur úr Føroyum sleppur inn við einum sekstali, bert tí hann er úr Føroyum, eru fortreytir hansara fyri at standa seg væl á skúlanum ikki til staðar. Á øllum hægri lærustovnum eru upptøkukrøvini tey somu fyri øll, og tað skulu tey eisini vera hjá okkum, metir Erik Farmann.
Hann leggur afturat, at teir flestu føroyingarnir, sum seinnu árini hava gingið á skúlanum, høvdu sloppið inn uttan nakrar sersømdir. Sambært honum hava føroyingar tí ikki brúk fyri serligum upptøkureglum, og tí fer broytingin heldur ikki at lækka um útbúgvingarstøðið millum føroyskar journalistar.
                      Spurdur, hví eingin av teimum 12 føroysku umsøkjarunum so er upptikin í ár, eftir at nýggju reglurnar eru settar í gildi, svarar Erik Farmann:
                      - Nú hevur reglan bert verðið galdandi í ár, og tí er ov tíðliga at draga ta niðurstøðu, at føroyingar ongan møguleika hava undir nýggju krøvunum, sigur Erik Farmann til seinast.