Nú verða tilmælini um at lata seg kanna fyri koronum herd. Tað boðaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, frá á tíðindafundi beint nú.
Hann vísir á, at uttanlands er støðan nú so ring, at tað er neyðugt at herða tilmælini um koronu, fyri at verja okkum. Í Føroyum er støðan annars rættiliga góð, tí tað eru bara fýra fólk, sum eru sjúk beint nú.
– Uttanlands er støðan ófrættakend og álvarslig, tí korona breiðir seg við rúkandi ferð og tey hava sett strong tiltøk í verk, men skal góða støðan í Føroyum standa við, er tað alneyðugt, at vit herða tilmælini um kanning.
Tí mælir løgmaður føroyingum frá at fara uttanlands at ferðast, uttan at tað er neyðugt. Og tey, sum koma higar, eiga lata seg kanna tríggjar dagar, áðrenn tey koma. Tey verða so eisini kannað við markið, tá ið tey koma.
Og tey, sum koma her, eiga eisini at lata seg kanna, tá ið tey hava verið her í seks dagar, og hesa tíðina, til úrslitið av kanningini sætta dagin er greitt, eiga fólk at verða mestsum í sóttarhaldi.
Tað eru nevniliga dømi um, at fólk, sum eru komin higar, hava verið frísk, tá ið tey koma til Føroyar, men tá ið tey so eru kannað um aftur sætta dagin, hava tey verið sjúk, og tí er tað avgerandi at lata seg kannað um aftur.
Løgmaður sigur, at nú verður ein skipan sett í verk, har fólk, sum koma til landið, fáa eina áminning á sms um at fara til kanningar tann sætta dagin.