Fiskivinnan í Skotlandi og Hetlandi gleðist um úrslitið á fólkaatkvøðuni, ið hevði við sær, at Bretland fór úr ES.
Tað hevur við sær, at tey nú síggja møguleikar í at hava ræðisrætt á egnum sjóøki. Millum annað hevur verið ført fram, og kanningar hava eisini víst tað sama, at útlendsk fiskifør (føroyingar íroknaðir) fiska nógvan fisk í bretskum øki. Hetta vilja skotar og hetlendingar nú steðga.
Tað skrivar Shetland News.
NAFC Marine Centre í University of the Highlands and the Islands, hevur fyri stuttum gjørt eina kanning, ið vísir hagtøl hesum viðvíkjandi.
Skotska Fiskimannafelagið og lokalir politikkarar vísa á, at úrslitið av kanningini eigur at brúkast í samráðingunum tá Bretland fer úr ES. Nú fær Bretland ræðisrætt á egnum øki og kann avmarka hvussu nógv útlendsk fiskifør koma í bretskt sjóøki.
Føroyar eru nevndar í kanningini. Serliga er tað makrel og svartkjaft, ið vit fiska í bretskum øki og tað vilja skotar og hetlendingar avmarka. Alistair Carmichael, tinglimur fyri Liberalu Demokratarnar, sigur at vit avtaluni um at fara úr ES, eigur bretska stjórnin at hugsa um lokalu økini, ið liva av fiskivinnuni. Økti ræðisrætturin yvir egnum øki eigur fyri og fremst at koma teimum til góðar, sigur Alistair Carmichael.
Kanningin hjá NAFC Marine Centre kann lesast her