Fótbóltur
Eftir at Julian Johnsson fyri stuttum skifti til íslendska ÍA, tykjast íslendingar av nýggjum hava fingið eyguni upp fyri føroyskum fótbóltsleikarum. Nakað sum annars ikki hevur verið aktuelt seinastu tvey árini. Ikki minst tí fíggjarligu royndirnar av hesum ævintýrum hava verið sera misjavnar, og at tað langt ífrá er altíð, at leikararnir hava fingið tað, sum teimum hevur verið lovað.
Íslendsku bløðini skriva í dag, at Grindavík heldur enn gjarna vil hava hendur á antin Jákup á Borg ella Hjalgrím Elttør til at avloysa Lee Sharpe, sum nú er givin í felagnum. Jú, talan er um sama Lee Sharpe, sum fyrst í níti-árunum taldist við í gylta ættarliðnum hjá Manchester United, og sum eitt skifti stóð somikið fastur á vinstra veingi, at Alex Ferguson hevði ikki annað val enn at flyta Ryan Giggs yvir á hitt borðið, fyri at rúm skuldi vera fyri báðum.
Síðani gekk tó niður eftir hjá Sharpe. Njótandi lívsstílur hansara sampakkaði ikki serliga væl við strongu krøvnini, sum Sir Alex setir. Niðurtúrurin byrjaði við eini sølu til Leeds, víðari til italska Sampdoria, aftur til enska Bradford, og áðrenn hann fór til Grindavíkar leikt hann eitt skifti í fjórðbestu ensku deildini.
Nú hevur ein skaðasteðgur so noytt hann at gevast í Grindavík, og tí er tað, at teir nú royna at fáa hendur á antin Jákupi ella Hjalgrím.
Sonevnda transfer-vindeyga opnar aftur 15. juli, og sambært Morgunblaðnum ætla grindavíkingar at hava styrkin upp á pláss.
Okkum eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá nøkrum av leikarunum, men sambært formanninum í B36, Kristian á Neystabø, er ikki so nógv nýtt í hesum áhuga.
- Vit fáa javnan fyrispurningar upp á fleiri av landsliðsleikarum okkara, og har er Jákup sjálvandi eitt evni, eins og Hjalgrím ivaleyst er tað hjá KÍ.
- Hvussu verður og ikki við hesum, er eitt sindur ilt at siga, men vit fara sjálvandi ikki at forða leikarum, sum hava møguleika at royna seg uttanlands. Hinvegin ivist eg eitt sindur í, um Grindavík akkurát er rætta staðið hjá ungum leikarum at menna seg, og undir øllum umstøðum verður hetta so ikki aktuelt fyrr enn í summar, tá transfer-vindeygað letur uppaftur, sigur Kristian á Neystabø.