Barcelona er vældámt ferðamál hjá føroyingum. Men tað er klókt at ansa eftir, hvat ferðafólk í Barcelona keypa sær til matna.
Har ýðjir í fólki, sum selja alskyns av mati og drekka á gøtuni og á strondini, og teir leggja fyrst og fremst eftir teimum nógvu ferðafólkunum.
Men spanska blaðið, El Pais, ávarar fólk ímóti at hava nakað sum helst við hesar gøtuseljarar at gera, tí tað er lítið og einki skil í reinførinum. Av tí sama er tað staðfest, at tað eru nógv fleiri e-coli bakteriur í matinum, og drykkjuvørunum, enn loyvt er.
E-coli bakteriur eru í skarni og er reinførið ikki sum tað eigur at vera, er skjótt at tað kemur í mat og drekka. Kanningar vísa, at tað er gerandiskostur, at e-colibakteriur í stórum tali verða funnar í mati og drekka, sum verður selt á strondini og í gøtunum
Bara í summar hevur løgreglan í Barcelona tikið yvir 7000 óskrásettar gøtuseljarar í Barcelona og kanningar av matinum og drekkanum, teir hava selt, hava víst, at tað eru nógvar ferðir so nógvar e-colibakteriur í matinum, enn loyvt er.
Mojito er ein vælumtóktur drykkur, men El Pais sigur, at í mojitogløsum, sum vórðu kannað, vóru 720 eindir av e-colibakterium í. Hámarkið í ES er annars 10 og í hesum sambandi eru yvir 133.000 gløs stoytt burtur. Og tað er sama skilið í nógvum av matinum, sum verður seldur.
Og orsøkin er rætt og slætt tann, at onki skil er á reinførinum, eitt nú er tað púra vanligt, at matur og drekka verður gjørt beint á sandinum, áðrenn tað verður selt ferðafólki.
Og tað er ikki einki, sum verður selt, tí samstundis er hald lagt á yvir 75.000 krónur frá gøtuseljarum.
Men løgreglan sigur við El Pais, at her skal havast í huga, at gøtuseljararnir eru snildir, so fyri at forða fyri, at løgreglan fær lagt hald á pengarnar, hava teir næstan aldrin nakað uppi á sær. Tvørtur ímóti hava teir samstarvsfelagar við sær, sum bara hava eina uppgávu, og tað er at ansa eftir pengunum. Og so hvørt, teir selja nakað, fara teir til samstarvsfelagararnar við pengunum.
Tað er eisini vanligt, at ólógligir seljarar ganga á strondini og bjóða sær at massera fólki, umframt at teir selja alt handa slag av pløggum og lutum.
Trupulleikin við teimum óskrásettu seljarunum, er, at onki eftirlit er við reinførinum, sigur løgreglan við El Pais.