Føroyingar skjóta føroyingar

Eitt nýtt ítriv stendur nú í boðið til allar føroyingar. Eirikur Rasmussen hevur sett á stovn eitt paintball-stað inni á Sundi, har fólk kunnu koma at stuttleika sær.
- Eg havi leigað økið frá kommuni í eitt stutt tíðarskeið. Fyrstu tíðina skal eg yvirbevísa kommununa um, at tað er rætt at leiga mær økið til endmálið, sigur Eirikur Rasmussen.
Paintball er ein vælumtóktur sportur. Eirikur sigur, at paintball er 3. størsti extreme-sporturin í heiminum, størri enn eitt nú snowboarding.
Nýggja paintball-staðið byrjaði um vikuskiftið, og tað liggur inni á Sundi. Tað kostar 150 krónur at leiga banan við 100 kúlum, og síðani kunnu kúlur keypast fyri eina krónu stykkið. Aldursmarkið er 18 ár, men tey millum 16 og 18 ár kunnu sleppa framat, um foreldrini loyva tí.

hkm