Føroyingar skilja Toda

Á einari sonevndari quick-poll á heimasíðuni, portal.fo, tykjast flestu føroyingar at skilja avgerðina hjá Toda Jónsson um ikki at spæla á føroyska fótbóltslandsliðnum


 

Landslið


Spuringurin, sum verður settur á heimasíðuni, er, um tað var rætt av Toda at geva avboð til landsliðið. Av teimum ikki færri enn 3.500, sum høvdu svarað sunnukvøldið, søgdu 57% avgerðina vera í lagi. 32,6 hildu ikki, at Todi hevur gjørt rætt, meðan 10,4% søgdu seg ikki vita.