Føroyingar siga nei til einavalds

Higartil hevur tað ikki eydnast danskleikanum og umboðum hansara í Føroyum at lima Føroyar inn í danska ríkið

Tey flestu halda, at fólkaatkvøða um trúnarvalógina hevur nakað at siga fyri okkum viðvíkjandi javnstøðu! Men lat meg siga, sum tað er, kann tað ikki gera tað sama, um ein kongaligur nýdani av kall- ella kvennkyni stýrir okkum við norskum einavaldi?

Lat okkum í fyrsta lagi vísa donsku lygnini aftur, taka av einavaldssamtyktina til felagskongs frá 1662 og skipa Føroyar sum eitt demokratiskt ríki. Tíverri er ongin flokkur á løgtingi, sum skilir føroyska veruleikan!

Allir veruligir føroyingar eiga at vísa einavaldsskipanini durafjórðingin og halda seg burtur frá fólkaatkvøðugreiðsluni 7. juni 2009. Lat okkum gera tað sama, sum forfedrar okkara gjørdu t.d. í 1946 og 1953, teir vanvirdu einavaldið og danskleikan í Føroyum og noktaðu at lima Føroyar inn í danska ríkið!

Vit halda fast við ta føroysku leiðina!

Føroyskt fólkaræði